- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið kann leggja hald á bát til næsta ár
Politiið kann leggja hald á Spitfire bátin hjá Sea Shepherd til dómur er fallin í málinum móti teimum trimum fólkunum, sum mannaðu bátin.
Og tann dómurin fellur ikki fyrr enn seint í mars næsta ár.
Eystari landsrættur hevur broytt avgerðina hjá Føroya rætti um bátin.
Nú kann politiið hava bátin, til dómurin er fallin.
Ákæruvaldið kærdi avgerðina hjá Føroya rætti fyri einum mánaði síðani um at lata Sea Shepherd Spitfire bátin aftur.
Og ákæruvaldið fekk viðhald í Landsrættinum.
Trý Sea Shepherd fólk skulu í Føroya rætt 26.mars næsta ár.
Tey vórðu tikin 17.september, eftir at politiið jagstraði tey í Tangafirði og í Nólsoyarfirði. Tey fingu boð um at fara frá nøkrum springarum, sum lógu í Tangafirði.
Fólkini eru skuldsett fyri at hava brotið djóraverndarlógina, grindakunngerðina og fyri ikki at gera eftir boðunum frá politinum.