Ítróttarvenjarin er sálarhirði hjá teimum ungu

Ítróttarvenjarin er sálarhirði hjá teimum ungu
Tað vísir kanningin, Ungfólk í Føroyum 2012, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri
 
07.11.2014 - 10:50

Kanningin vísur, at ítróttavenjarin er tann, sum nógv ung venda sær at fáa ráðgeving um persónlig viðurskifti.

Kanningin vísur, at:

93 ungfólk, 18 prosent, fóru av persónligum ávum til ítróttarvenjaran at royna at fáa hjálp ella ráðgeving seinasta árið.

Trý prosent leitaðu sær í minsta lagi 10 ferðir hjálp frá ítróttarvenjara.

17 ung leitaðu sær hjálp frá presti seinastu 12 mánaðirnar.

73 ungfólk, 14 prosent, siga seg meira enn eina ferð hava leitað sær hjálp frá lækna.

28 ung leitaðu, av persónligum ávum, sær hjálp frá sálarfrøðingi.

Fýra ung leitaðu sær í minsta lagi 10 ferðir hjálp frá einum sálarfrøðingi.

66 ung, 13 prosent, vendur sær til skúlaráðgeva.

378 ung, 72 prosent, leitaðu sær ongantíð læknahjálp í sama tíðarskeiði.

Góðkent støði

Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996.

Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.

Kelda: lararafelag.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944