Landssjúkrahúsið vil verða pappírsleyst

Landssjúkrahúsið vil verða pappírsleyst
Skipanini verður sett í verk í stigum. Fyrsta økið er Endoskopi-eindin, ið ger kikarakanningar í magatarmskipanini.
Landssjúkrahúsið vil verða pappírsleyst
Mynd: Savnsmynd  
 
06.11.2014 - 14:23

Skipanin virkar soleiðis, at tá sjúklingur skal innkallast, trýstir starvsfólkið á ein knøtt í sjúklingaskipanini THS. 
Hetta viðførur, at innkallingarsskjal fer til sjálvvirkandi skipan, sum finnur móttakaran í Mínboks. 
Brævið leggur seg so í Mínboks hjá móttakaranum, sum sostatt fær tað elektroniskt. 
Hevur móttakarin ikki Mínboks, finnur skipanin sjálv útav at lata innkallingarbrævið til automatiska pakki-skipan hjá Elektron, ið skrivar út innkallingina, og pakkar í brævbjálva, sum síðani verður sendur móttakaranum umvegis Posta. 

Við hesum gerst innkallingarmannagongdin einfaldari og smidligari, og innkallingin kemur skjótari fram til sjúklingin.

Málið er, at allar eindir á Landssjúkrahúsinum kunnu brúka Mínboks í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944