Tað almenna í Føroyum undirskot sætta árið á rað

Tað almenna í Føroyum undirskot sætta árið á rað
Landið eigur størsta partin av hallinum. Kommunurnar hava aftur hall, men grunnarnir høvdu yvirskot í fjør
Hjá tí almenna í Føroyum koma 7,4 milliardir inn og 7,7 milliardir fóru út í fjør.
 
05.11.2014 - 07:40

Sætta árið á rað hevði tað almenna í Føroyum hall í 2013.

Hallið hjá í fjør var 367 mió. kr., 85 milliónir meira enn í 2012. Hallið hjá tí almenna var 2,6 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í fjør.

Landið eigur nógv tann størsta partin av almenna hallinum, 341 milliónir í fjør, 60 milliónir meira enn í 2012, upplýsir Hagstovan.

Kommunur aftur hall

Kommunurnar høvdu yvirskot í trý ár, ikki stórt, men kortini 30-40 milliónir krónur um árið. Men í fjør høvdu tær hall, 45 mió. kr.

Og hjá sosialu grunnunum, Samhaldsfasta, Heilsutrygd, ALS, Barsilsgrunninum og øðrum, royndist 2013 betur enn árini frammanundan. Grunnarnir høvdu 19 milliónir í yvirskoti í fjør. 

Inntøkurnar hjá tí almenna vóru sjey milliardir og 371 milliónir í fjør. Útreiðslurnar vóru 367 milliónir størri, sjey milliardir og 738 milliónir krónur.

Sammett við 2012 vóru inntøkurnar hálvt annað prosent størri og útreiðslurnar hálvt triðja prosent størri í fjør.  

Øll tølini um fíggjarligu gongdina hjá tí almenna seinastu fimm árini eru á heimasíðunu hjá Hagstovuni, hagstova.fo.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977