- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar
Maðurin, sum er 60 ára gamal, varð í morgun fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Maðurin brendist illa, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík seint mánakvøldið.
Tað var um ellivu-tíðina í gjárkvøldið, at fólk, sum komu fram við einum tvíhúsum á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, sóu, at eldur var í húsunum.
SÍ EISINI Eldur í køki maður funnin uttan vit og brendur
Eldurin var í køkinum, og maðurin, sum býr í húsunum, varð funnin, har hann lá á gólvinum við dyrnar út í gongina. Hann var tá uttan vit og illa brendur. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík og haðani á Landssjúkrahúsið.
Tíðliga í morgun varð maðurin so fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Politiið fer í dag at kanna húsini fyri at finna orsøkina til eldsbrunan.