- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í køki maður funnin uttan vit og brendur
Stutt fyri klokkan fimm í morgun fór eitt flogfar úr Vágum til Keypmannahavnar við manninum, sum brendist, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík seint í gjárkvøldið.
Maðurin, sum er 60 ára gamal, varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið.
Maðurin brendist illa, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík í gjárkvøldið.
Sóu eldin
Tað var um ellivu-tíðina í gjárkvøldið, at fólk, sum komu fram við einum tvíhúsum á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, sóu, at eldur var í húsunum.
Eldurin var í køkinum, og maðurin, sum býr í húsunum, varð funnin, har hann lá á gólvinum við dyrnar út í gongina. Hann var tá uttan vit og illa brendur.
Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík og haðani á Landssjúkrahúsið. Tíðliga í morgun varð hann so fluttur á Ríkissjúkrahúsið.
Politiið fer í dag at kanna húsini fyri at finna orsøkina til eldsbrunan.