Fleiri deyð flóttafolk tikin upp í Svartahavinum

Fleiri deyð flóttafolk tikin upp í Svartahavinum
Bjargingarfólk, og sjómenn hava tikið fleiri deyð flóttafólk upp í Bosporussundinum, eftir at ein bátur við umleið 40 flóttafólkum í gjár hálvdist
Fleiri flóttafólk deyð í Turkalandi
Mynd: trendnews  
 
03.11.2014 - 09:49

Mynduleikarnir á staðnum siga, at 10 deyð fólk eru tikin upp, 30 fólk enn eru saknað, skriva Trend news.

Flestu av teimum deyðu eru børn, sigur ein blaðmaður hjá Hurriyet news.

- Tey vórui øll í bjargingarvestum, men tað vóru kroppar at síggja alla staðni, pinkubørn og børn. Vit tóku eini 15 til 20 fólk upp, sigur fiskimaðurin Kadir Sert, sum var á staðnum.

Eitt bjargingarskip og sjey smærri bátar vóru sendir á staðið, saman við eini tyrlu og einum liði av kavarum, skriva mynduleikarnir á staðnum. Frágreiðingin sigur einki um, hvussu nógv fólk vóru í bátinum.

Eitt umboð fyri skipafelagið GAC sigur í síni frágreiðing, at báturin var á veg til býin Constanta í Rumenia, tá hann, um trítíðina mánanáttina, hálvdist í Bosporussundinum

Vanliga ferðslan hjá flóttafólkum úr Miðeystri og Afrika, er um Turkaland til Evropa

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188