Føroyar við í altjóða avtalu um skattasvik

Føroyar við í altjóða avtalu um skattasvik
Jørgen Niclasen undirskrivaði avtaluna í Berlin mikudagin. Upplýsingar skulu fara millum londini av sær sjálvum
Mynd: Føroyar eru sjálvstøður partur í altjóða skattaavtalu, sum Jørgen Niclasen hevur undirskrivað.  
 
31.10.2014 - 08:17

Føroyar vóru við, tá 52 lond í øllum heimspørtum mikudagin skrivaðu undir avtalu um at forða fyri altjóða skattaundandrátti.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, var í Berlin, har avtalan varð undirskrivað.  

Nógvar avtalur eru longu millum lond um skattaundandrátt.  

Men í hesum avtalunum binda londini seg til bara  at lata frá sær upplýsingar eftir áheitan frá øðrum londum. 

Nýggja avtalan miðar eftir, at upplýsingarnar fara av sær sjálvum millum londini. Talan verður um sjálvvirkandi skipan.

Ætlanin er, at skipanin skal setast í verk í 2017.

Higartil hava Føroyar verið við sum partur av Danmark í slíkum skattavtalum. Nú eru Føroyar við sum sjálvstøðugur partur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881