- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarætlanin hjá Havnini samtykt fyrru ferð
Tórshavnar kommuna fær góðar 670 milliónir krónur í skatti næsta ár, hálvt fjórða prosent meira enn í ár.
Tað sigur fíggjarætlanin hjá kommununi fyri 2015.
Raksturin hjá kommununi fer at kosta nakað meira enn í ár. Hann fer at kosta knappliga 490 milliónir næsta ár.
Íløgur skulu gerast fyri 224 milliónur krónur.
10 mió. kr. eru settar av til Vesturskúlan, 55 mió. kr. til brúnna um Sandá og 20 mió. kr. til musikkskúlan.
Sama skattaprosent
Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram, og peningur er settur av til at byggja út høllina í Gundadali.
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, 20,25 prosent, og barnafrádrátturin 8.000 kr.
Við ársbyrjan í ár var langfreistaða skuldin hjá Tórshavnar kommunu 126 mió. kr.
Fíggjarnevndin samtykti í 2011 at læna 50 mió. kr. Hetta lánið er tó ikki tikið enn.
Nógv bygging
Um byggiætlanirnar hjá kommununi verður sagt, at brúgvin um Sandá verður liðug á ólavsøku næsta ár.
Nýggi Vesturskúlin verður fíggjaður við láni. Tað arbeiðið byrjar av álvara í 2016.
Tá Vesturskúlin er liðugur, verður Hoyvíkar skúli høvuðsumvældur.
Fimm milliónir eru settar av til at umvæla dagsstovnin Birkilund. Pengar eru eisini til dagsstovnin í Kollafirði.
Og fimm milliónir eru settar av til miðbýin.
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015 var í gjárkvøldið. Fíggjarætlanin varð samtykt. Hon fekk tíggju atkvøður. Tjóðveldisfólkini atkvøddu ikki.