Nýggj brúgv um Klingruvegin í Hoyvík

Nýggj brúgv um Klingruvegin í Hoyvík
261 m³ av betongi eru farnir í brúgvavangarnar. Stoypingin var liðug fyri umleið einum mánað síðan
Nýggjur innkomuvegur til Havnar
Mynd: Landsverk  
 
20.10.2014 - 14:44

Tað er nakað minni enn væntað, tí roknað var við, at 280 m³ skuldu brúkast til hendan partin, stendur skrivað á heimasíðuni hjá Landsverki.

Brúgvadekkið varð stoypt 16. oktober 2014, og er nú liðugtgjørt. Sjálvt stoypiarbeiðið er liðugt í hesari verkætlan. Eftir er so fuktbjálving, uppseting av autoverju, og nakað av uppfylling av gróttilfari.

Onkur smávegis eykaarbeiði eru eisini umbiðin, sum ikki nerva arbeiðsgongdina stórvegis. Eftir fráboðan frá Arbeiðstakaranum, verður alt arbeiðið liðugt síðst í november 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008