- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku myndugleikarnir kunna ikki um ebola
Vilt tú hava kunning um ebola sjúkuna kanst tú leita leingi uttan kortini at finna nakra kunning. Í øllum førum um tú leitar á teimum ymisku heimasíðunum, ið føroysku myndugleikarnir hava ábyrgdina av.
Ein einføld leiting á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, hmr.fo, avdúkar skjótt, at Heilsumálaráðið onga kunning hevur til tín um ebola sjúkuna. Har skalt tú ikki leita tær kunning ella vitan um sjúkuna.
Greinin heldur fram niðanfyri myndina
Mynd: Soleiðis sær út, leitar tú eftir ebola á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, hmr.fo
Hetta sama ger seg eisini galdandi á heimasíðuni hjá landslæknanum, landslaeknin.fo, hægsta læknaembætið í Føroyum. Landslæknin í Føroyum hevur heldur onga kunning um ebola sjúkuna á heimasíðu síni.
Sama tøgnin ræður eisini á heimasíðuni hjá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, health.fo - tí har er heldur eingin kunning at finna frá føroysku heilsumyndugleikunum um ebola sjúkuna.
Ætlar tú tær út í heim at ferðast, og kundi hugsað tær at vita, hvørji tilmæli Uttanríkisráðið - ið varð lagt saman við Løgmansskrivstovuni í 2012 - hevur til tín, skalt tú heldur ikki vænta at finna tilmæli, tí tað er einki á heimasíðuni, mfa.fo
Tann einasta kunningin, ið er komin frá myndugleikunum í Føroyum um ebola - burtursæð frá miðlunum - kom 6. september, tá Sjóvinnustýrið á heimasíðuni, fma.fo, gjørdi reiðarar og skiparar varugar við ebola í Vesturafrika.
Dagført 14:54: Klokkan 14:25 sendi landslæknin teldupost til miðlarnar, har sagt verður, at landslæknin nú hevur kunning um ebola á heimasíðuni. Víst verður til kunning hjá Sundhedsstyrelsen.