Kanna loysn við tveimum giktalæknum

Kanna loysn við tveimum giktalæknum
Fer giktalæknin úr starvi á nýggjárinum, fara skiftandi giktalæknar at veita neyðugu viðgerðina á Landssjúkrahúsinum, sigur landsstýrismaðurin
Fer Pero Sore, giktalækni, úr starvi á nýggjárinum, fara skiftandi læknar at skiftast um at veita sjúklingunum tænastuna, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður
 
17.10.2014 - 14:53

Í løtuni verður ein loysn kannað, har tveir giktalæknar kundu skiftst um at veitt neyðugu viðgerðina, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um viðurskiftini, eftir at giktalæknin, Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi.

Karsten Hansen sigur í svarinum, at tað verður arbeitt við at finna eina loysn, og ein loysn verður sett í verk í seinasta lagi 1. januar. Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at giktalæknin ikki hevur nakra grundgeving í uppsøgnini, men at leiðslan á Landssjúkrahúsinum samskiftir við giktalæknan.

SÍ EISINI Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum gevst

Eingin niðurstøða er gjørd enn og fundur verður aftur í næstu viku. Sambært sjúkrahúsálitinum frá 2007, verður sagt, at tørvur er á tveimum giktalæknum í Føroyum.

Tí verður umhugsað at seta tveir giktalæknar í starv, tí tað hevur víst seg, at tað er lættari at fáa fólk at søkja, um ein ella fleiri serlæknar eru frammanundan, sigur Karsten Hansen í svarinum til Bjørt Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944