Sjúkraflutningstænastan fær nú ein liðlækna

Sjúkraflutningstænastan fær nú ein liðlækna
Liðlækni skal tryggja øllum góða sjúkraflutningstænastu í Føroyum
Sjúkraflutningur
Mynd: Savnsmynd  
 
15.10.2014 - 13:30

Landsstýrismaðurin í heilsumálum heitti í gjár á Landssjúkrahúsið at seta liðlækna at hava evstu ábyrgd av sjúkraflutningstænastuni fyri Føroyar. Hetta skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Sjúkraflutningstænastan rykkir út til tey, ið brádliga hava tørv á hjálp orsakað av óhappi ella sjúku, føðing ella annað. Sjúkrabilar røkka nærum út í hvønn krók í landinum og saman við tyrluflúgving kunnu allar Føroyar og havøkið rundan um røkkast skjótt.

Liðlæknin, sum nú verður setur, skal hava umsjón við tænastuni og skal tryggja førleikarnar hjá teimum starvsfólkum, sum virka í sjúkraflutningstænastuni. Tað merkir millum annað, at hann hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini fáa góðkenda útbúgving og tryggjar, at útbúgvingin verður dagførd á hvørjum ári.

Miðað verður eftir, at liðlæknin verður settur í seinasta lagi hálvan november í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944