- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjáar bygd innstillað til náttúruheiðursløn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/2e328730d591d6146b7b1a85089a8d43.png?itok=BA6ZpdYn)
Gjáar bygd er innstillað til norðurlendsku náttúru- og umhvørvisheiðurslønina.
Tað er serliga fyri arbeiði ferðavinnuni at frama, at bygdin er innstillað til heiðurslønina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Síðani 2009 eru 20 summarhús bygd við Gjógv, tey flestu sum partur av útstykkingini Fornagarður, ovarlaga í bygdini, eystan ánna. Somuleiðis eru gjørd 25 nýggj kampingpláss.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, heldur, at átakið hjá bygdarfólkinum við Gjógv er væl eydnað.
- Ístaðin fyri at seta seg hendur í favn og síggja bygdina fána burtur, hava tey brett upp um armar og gjørt nakað, sum er til stórt gang fyri Gjáar bygd, kommununu og fyri føroyska ferðavinnu, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Sunda Kommunu.
Hvør fær norðurlendsku náttúrur- og umhvørvisheiðurslønina í ár verður avgjørt í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi tann 29. oktober.