- Tíðindi, mentan og ítróttur
50.000 kr. í bót og hald er lagt á trolið
50.000 kr. í bót og hald er lagt á trolið
Brimil tók í gjár trolaran Topas fyri at fiska við ov smáum meskum á eini leið eystan fyri Fugloynna.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/f94574bcc812d1f70159443deda2bb45.png?itok=gIG93IDa)
15.10.2014 - 18:21
Skiparin á Topas er dømdur at gjalda 50.000 krónur í bót, og hald verður lagt á trolið.
Løgreglan fekk fráboðanina um sjey tíðina í gjárkvøldið, og Brimil kom á Havnina við skipinum. Skiparin er ákærdur fyri at fiska við ov smáum meskum.
Skiparin tók við bótini, og Topas kann nú aftur fara til fiskiskap.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV