- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkaraprístalið er lækkað 0,6 prosent
Brúkaraprístalið er lækkað 0,6 prosent
Hesum boðar Hagstovan frá á síni heimasíðu.
11.10.2014 - 13:09
Frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 0,6 prosent niður.
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið.
Rentan á íbúðalánum er nú 19,7 prosent minni enn fyri einum ári síðan, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 6,3 prosent niður.
Eisini klædnaprísirnir eru lækkaðir nakað seinasta árið.
Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkunum hotel og matveitarar, 2,8 prosent, og flutningur, 2,2 prosent.
Prísirnir á matvørum - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið.
Mestu broytingarnar eru, at fruktin er dýrkað, og drekka er vorðið bíligari.
Nýggjastu sendingar í ÚV