Keyptu minni enn politikararnir roknaðu við

Keyptu minni enn politikararnir roknaðu við
Meirvirðisgjaldið gav stívar 150 milliónir krónur minni í fjør enn væntað varð, tá fíggjarlógin varð samtykt
Nøkur inntøkutøl í fíggjarlógini fyri 2013 vóru yvirmett og onkur undirmett.
 
07.10.2014 - 13:10

Fólk keyptu minni í fjør, enn landsstýrið og løgtingið væntaðu.

Meirvirðisgjaldið gav 155 mió. kr. minni í 2013 enn ásett var í fíggjarlógini. Landskassin fekk eina milliard og 165 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi.

Fíggjarmálaráðið metti eisini skeivt, tá inntøkuskatturin var settur í fíggjarlógina. Landið fekk 56 milliónir krónur minni í skatti.

Fíggjarmálaráðið hevur staðfest, at skattainntøkurnar vóru ikki nóg neyvt mettar. 

Hóast virksemið í landinum vaks og bruttotjóðarúrtøkan vaks fimm prosent í fjør, vuksu lønirnar ikki lutfalsliga líka nógv. 

Allar inntøkur landskassans vóru tó ikki yvirmettar, onkur var undirmett.

Makrelur og sild góvu 32 mió. kr. meira. Ætlanin var at fáa 107 mió. kr. í tilfeingisgjaldi í landskassan. Tá avtornaði komu 139 milliónir í kassan.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881