Kollsigldur banki skyldar 30 milliónir í skatti

Kollsigldur banki skyldar 30 milliónir í skatti
Kaupthing Banki Føroyar skyldar partafelagsskatt í Føroyum. Kravið er í trotabúnum í Íslandi
Kaupthing Banki eigur nógv størsta partin av eftirstøðunum í partafelagsskattinum í Føroyum.
 
02.10.2014 - 08:04

Nógvur partafelagsskattur verður ikki goldin. 

Eftirstøðan var 36,5 mió. kr. við árslok í fjør. Hon er vaksin 34 milliónir krónur í tíggju ár.

Men her er frágreiðing. Høvuðsorsøkin er, at Kaupthing Banki Føroyar ikki hevur goldið partafelagsskattin, sum er slakar 30 mió. kr., fyri roknskaparárið 2007. Kravið er fráboðað í trotabúnum eftir bankan í Íslandi. 

Landsgrannskoðanin hevur gjørt eitt upprit til løgtingsgrannskoðararnar um eftirstøður í partafelagsskatt.

TAKS avskrivar 

Eftirstøðan var millum eitt og 2,9 prosent av inntøkunum frá partafelagsskattinum árini 2004 til 2008, í 2013 var eftirstøðan 3,2 prosent av álíknaða partafelagsskattinum, tá skuldin hjá Kaupthing Banka ikki er tald við.  

TAKS hevur góðar vónir um at halda eftirstøðunum av partafelagsskatti niðri. 

Sambært TAKS eru 3,7 milliónir av eftirstøðunum hjá tíggju feløgum, sum eru farin á húsagang. Krøvini eru send trotabúnum. TAKS avskrivar skuldina, sum er eftir, tá trotabúgvini eru endað.

Frá 2004 til 2013 eru 7,5 mió. kr. avskrivaðar, tær eru mistar.

129 feløg av 157, sum skylda partafelagsskatt, skylda minni enn 50.000 kr. 

Bara tvey feløg skylda meira enn eina millión krónur, Kaupthing Banki og eitt byggifelag, sum skyldar landi og kommunum 2,8 mió. kr. Eisini tað felagið er farið á húsagang.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663