Fólkapensjónistar 80 kr. meira frá Samhaldsfasta

Fólkapensjónistar 80 kr. meira frá Samhaldsfasta
Útgjaldið hækkar 2,7 prosent 1.januar
Alt ger mun, fólkapensjónistar fáa 960 krónur meira frá Samhaldsfasta næsta ár.
 
02.10.2014 - 07:59

Alt ger mun, fólkapensjónistar fáa 80 krónur meira um mánaðin frá Samhaldsfasta næsta ár.

Tað kunngjørdi stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin í gjár.

Gjaldið hækkar 2,7 prosent og verður 3.010 kr. um mánaðin í 2015, 36.120 kr. fyri alt árið.  

Útgjaldið hjá Samhaldsfasta var í fjør 86 prosent av inngjøldunum og væntast at verða 88 prosent av inngjøldunum í ár. 

Í fjør fingu fólkapensjónistar slakar 240 mió. kr. frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881