Rentustuðulin endar á 30 prosentum um fimm ár

Rentustuðulin endar á 30 prosentum um fimm ár
Fer niður í 33 prosent næsta ár. Land og kommunur spara 2,3 mió. kr.
Minni rentustuðul skal javna munin millum eigarar og leigarar.
 
01.10.2014 - 07:55

Rentustuðulin skal kosta landi og kommunum hálva triðju millión krónur minni næsta ár enn í ár.

Landsstýrið ætlar at fáa løgtingið at lækka rentustuðulin eitt prosentstig um árið næstu fimm árini.

Sambært tí verður rentustuðulin næsta ár 33 prosent og 30 prosent í 2019. Sparingin í 2019 skal vera 12,5 mió. kr. 

Húsini ov dýr 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at rentustuðulin mangan eggjar fólki til at byggja ella
keypa dýrari hús enn annars.  

Eisini fer lækkaður rentustuðul at hava við sær eina meira hóskandi javnvág millum teirra, sum eiga, og teirra, sum leiga, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at lækka rentustuðulin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881