10 prosent av ungum hava sjálvmorðsroyndir

10 prosent av ungum hava sjálvmorðsroyndir
Kensla av tryggum tilknýti minkar um vandan fyri sjálvmorðsroyndum, vísa data, sum vóru savnað inn millum føroyskar 8. floks næmingar
 
22.09.2014 - 10:05

Næstan 10 % boðaðu frá, at tey høvdu sjálvmorðsroyndir; harav nógv tann størsti parturin vóru gentur, vísur kanningin

Í fleiri londum er sjálvmorð enn ein av størstu orsøkunum til, at ung lata lív. Greinin ”Risk factors for suicide attempts in the total population of Faroese eighth graders”, sum júst er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Child and Adolescent Psychiatry and Psychology, hevur til endamáls at kanna, hvørji viðurskifti gera seg galdandi fyri sjálvmorðsatferð hjá føroyskum ungdómi.

Úrslitini byggja á data, sum vóru savnað inn millum føroyskar 8. floks næmingar - The Faroese Adolescent Trauma Study.

Les greinina um sjálvmorð í Føroyum

Úrslitini vístu, at næstan 10 % boðaðu frá, at tey høvdu sjálvmorðsroyndir; harav størsti parturin vóru gentur.

Granskingin hevur seinastu árini lagt alsamt størri dent á at kanna, hvørji viðurskifti kunnu økja og minka um vandan fyri sjálvmorðsatferð. 

Úrslitini frá hesi føroysku kanningini vístu, at hesi viðurskifti vóru ymisk hjá føroyskum gentum og dreingjum. 

Munur á dreingjum og gentum

Kanningin vísti millum annað, at tunglyndiseyðkennir serliga øktu um vandan fyri sjálvmorðsatferð hjá teimum føroysku gentunum.

Hjá føroysku dreingjunum vóru viðurskifti, sum minkaðu um vandan fyri sjálvmorðsatferð serliga, at teir generelt kendu, at teirra nærmastu vóru løtt at koma í samband við, at teir kendu seg tryggar og høvdu álit á, at teirra nærmastu vóru til reiðar at hjálpa.

Úrslitini frá hesi kanning vísa, at fyribyrging og viðgerð av ungum bæði eiga at taka hædd fyri at munur er á dreingjum og gentum.

Barnaárini takast við

Eisini vísur kanningin, at bæði viðurskifti, sum stava frá fyrstu barnaárunum, OG aktuel eyðkenni upp á sálarliga líðing, eiga at verða inndrigin í bæði viðgerð og fyribyrging av sjálvmorðsatferð.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur og PhD,  og Ask Elklit, granskari á Ulster og Syddansk universitet, hava skrivað greinina. 

Kanningin er stuðlað av Granskingargrunninum og Landssjúkrahúsinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878