Hentar upplýsingar so dýrar at eingin keypir tær

Hentar upplýsingar so dýrar at eingin keypir tær
Arbeiðsgevarafelagið hølvar kunngerð um upplýsingar hjá Landsfólkayvirlitinum av í hoyringarsvari. Tær kosta so nógv, at eingin fer at keypa tær,
Fiskimálaráðið fær harðar ábreiðslur úr Vinnuhúsinum
 
22.09.2014 - 07:37

Tað fer at kosta so nógv at keypa upplýsingar frá Landsfólkayvirlitinum, at eingin fer at gera tað.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er alt annað enn nøgt við uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um gjøld fyri upplýsingar úr skránni hjá Landsfólkayvirlitinum. 

Arbeiðsgevarafelagið sigur í hoyringarskrivi um kunngerðina, at gjøldini eru so stór, at eingin fer at brúka skipanina.

Felagið hevur spurt limirnar, sum kunnu hugsast at hava áhuga í at vera bundnir í skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum. Limirnir svara, at skipanin er ov dýr. Teir kunnu gera eina bæði bíligari og betri skipan sjálvir, siga teir.   

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at kostnaðurin fyri at brúka skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum fer at gera, at nógv færri enn ætlað fara at brúka hana.  

Hetta stríðir beinleiðis í móti endamálinum við at digitalisera, talgilda, samskiftið millum tað almenna og borgaran.

Nógv dýrari her

Føroya Arbeiðsgevarafelag samanber prísin fyri hvørt uppslag. Í Íslandi er hann 34 oyru, í Danmark er hann 45 oyru, men í Føroyum er ætlanin, at hvørt uppslag skal kosta 10 krónur.

Harafturat heldur Arbeiðsgevarafelagið, at Landsfólkayvirlitið eigur at bjóða raksturin av skipanini út fyri at fáa prísin niður.

Felagið vísir eisini til játtanarreglurnar hjá landinum. Tær siga, at gjøld hjá almennum stovnum eiga ikki at vera størri enn tænastan, goldið verður fyri, kostar at veita.

Tað hevði verið hóskandi, heldur Arbeiðsgevarafelagið, at Fiskimálaráðið skjalprógvar, at tænastan hjá Landsfólkayvirlitinum veruliga kostar tað, sum ásett er í uppskotinum um kunngerð.

Roynd í tvey ár

Landsfólkayvirlitið hevur í nógv ár arbeitt við at talgilda og dagføra skránna. Seinastu tvey árini er ein talgild skipan royndarkoyrd. 

Í royndartíðini hava bara føroysku peningastovnarnir havt beinleiðis atgongd til skipanina.

Men nú er ætlanin, at øll, sum hava brúk fyri upplýsingum úr skipanini hjá Landsfólkayvirlitinum, sleppa fram at henni. 

Landsfólkayvirlitið veit millum annað, hvar allir føroyingar búgva, og nær og hvagar, fólk flyta.

Og slíkar upplýsingar eru hentar hjá teimum, sum til dømis senda fólki rokningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749