Føroyingar heiðra Cohen á 80 ára føðingardegnum

Føroyingar heiðra Cohen á 80 ára føðingardegnum
Gitna skaldið og sangarin, Leonard Cohen, fyllir 80 ár í dag. Dagurin hjá kanadiska jødanum verður eisini hátíðarhildin her um leiðir
Gitna skaldið og sangarin, Leonard Cohen fyllir 80 ár í dag. Hanus Kamban fer á fyrilestri seinnapartin at hugleiða um Leonard Cohen, nú hann er 80 ár
Mynd: AP  
 
21.09.2014 - 14:44

<p>Klokkan 17 í dag fer Hanus Kamban at hugleiða um Leonard Cohen á tiltaki, ið verður skipað fyri í Norðurlandahúsinum í Havn.</p>

<p>Hanus Kamban fer at greiða frá uppvøkstrinum hjá Leonard Cohen í Montreal, og frá hansara jødiska umhvørvi. Víðari verður greitt frá, hvussu rithøvundurin Cohen í 1967-68 gjørdi lopið til at gerast sangari og seinni eitt tað mest lýsandi ikonið á rock- og beat-pallinum.</p>

<p>Fyrilesarin viðger hansara kendastu sangir, teirra millum Suzanne, Sisters Of Mercy, Hallelujah, So Long, Marianne, If It Be Your Will og Alexandra Leaving. Tekstirnir og løgini hjá Cohen eru skapt á mótinum millum erotikk og andaligan longsul, millum Mount Baldy og Boogie Street.</p>

<p>Eisini hesin spenningur í tekstunum hjá Leonard Cohen verður lýstur í fyrilestrinum, stendur at lesa um tiltakið, ið verður í Norðurlandahúsinum seinnapartin.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664