Tilsamans 3.171 hava latið lív í krígnum í Ukraina

Tilsamans 3.171 hava latið lív í krígnum í Ukraina
Neyðhjálparfelagsskapurin Ocha upplýsir, at fleiri enn 8.000 fólk eru særd, teirra millum 27 børn
 
16.09.2014 - 09:42

Kríggið millum ukrainska herin og ukrainar, sum vilja leggja landið undir Russland, brast á í apríl.

263.000 fólk eru flýdd undan krígnum í landspørtunum Donetsk og Lugansk.

Haraftrat eru 367.000 fólk flýdd til grannalondini, tey flestu eru farin til Russlands.

Vápnahvíldin brotin

5. september lýstu partarnir vápnahvíld, men um vikuskiftið doyðu seks sivilfólk, tá ein rakett rakti eitt sølutrog í Donetsk, har tey russiskt sinnaðu hava havt valdið í fleiri mánaðir.

Hóast ófriðurin er kyknaður aftur, tekur Petro Porosjenko, forseti í Ukraina, uppaftur, at tey russiskt sinnaðu har eysturi í landinum skulu fáa avmarkað sjálvstýri í trý ár.

Uppskotið verður væntandi samtykt í ukrainska tinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095