- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll uttan nótaskip fáa 9.000 tons aftrat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aed958638c5474b0e5da2f3076d4fe57.png?itok=eBQRs6qW)
Allir skipabólkar uttan nótaskipini sleppa nú at fiska umleið 9.000 tons av makreli aftrat.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at onnur fiskifør sleppa at fiska av teimum felagskvotum, sum eru settar av til línuskip, útróðrarbátar og garnaskip.
Hann hevur somuleiðis gjørt av, at tann parturin av makrelkvotuni, sum ætlanin varð at nýta til umbýti í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond, verður í staðin latin føroyskum fiskiførum at fiska sum felagskvota.
Ætlanin var at gera avtalu við íslendsku myndugleikarnar um, at línuskipini skuldu fáa størri kvotu av botnfiski undir Íslandi í býti við makrel í føroyskum sjógvi, men tær samráðingarnar bóru ikki á mál.
Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at fiska av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Broytingarnar vera galdandi frá sunnudegnum 21. september, tað er um eina góða viku.