- Tíðindi, mentan og ítróttur
ABBA endurreist við nýggjari fløgu

Tey hava longu sagt "Thank You For The Music" og hava ikki spælt saman í 32 ár - tey fýra, Agnetha, Anni-Frid, Björn og Benny í ABBA.

Kortini er ein nýggj fløga við svenska bólkinum nú á veg í handlarnar. 29. september kemur "ABBA Live at Wembley Arena" á marknaðin.

Svenski tónleikabólkurin, ABBA, hevði fylt Wembley Arena í London fimm kvøld á rað, tá upptøkurnar við tónleikinum til nýggju fløguna vórðu gjørdar

Upptøkur frá 1979

Upptøkurnar til nýggju fløguna vórðu gjørdar leygarkvøldið 10. november í 1979, og nú - 35 ár seinni - eru upptøkurnar gjørdar lidnar og klárar til útgávu.

- Tónleikurin ljóðar júst sum hann gjørdi tað kvøldið í 1979, og eg eri bilsin yvir, hvussu gott tað ljóðar, sigur Benny Andersson við danska blaðið, BT.

Tað er sonur Benny Andersson, Ludvig Andersson, ið hevur lurtað eftir eftir øllum konsertupptøkunum frá 70-unum. Tað er eisini sonurin, ið stendur fyri nýggju útgávuni.