
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyka tíðindasending um semingsuppskotið
Eyka tíðindasending um semingsuppskotið
KAF og Heilsuhjálparafelagið skulu svara Semingsstovninum klokkan 11

Sent verður beinleiðis úr hølunum hjá Semingsstovninum klokkan 11.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.03.2025 - 10:26
Eyka tíðindasending verður í útvarpinum klokkan 11 í sambandi við, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið skulu svara Semingsstovninum upp á semingsuppskotið, sum partarnir fingu í gjárkvøldið.
Semingsstovnurin sat við pørtunum til klokkan 11 í gjárkvøldið, tá KAF og Heilsuhjálparafelagið fingu semingsuppskot at taka støðu til. Partarnir skulu svara nú klokkan 11.
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgvarafelagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Semingsroyndin byrjaði fyrrapartin í gjár.
Ber semingsroyndin ikki á mál, fara limirnir í Heilsuhjálparafelagnum í verkfall.
Tað var avgjørt á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum leygardagin.
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum legði uppskot fyri aðalfundin um, at nevndin skuldi fáa heimild at lýsa arbeiðssteðg, um semingsroyndin ikki ber á mál.
Og hetta var samtykt við stórum meiriluta.
Sáttmálin hjá Heilsuhjálparfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør, men arbeitt verður eftir honum, til nýggjur sáttmáli er gjørdur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV