Neyvan óheft kanning um gegnið hjá kanningarstjóra

Neyvan óheft kanning um gegnið hjá kanningarstjóra
Einki avgjørt um rokningina frá kanningarstjóra, sum noyddist at gevast
Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur ikki enn avgreitt rokningina frá Annfinni V. Hansen
 
05.09.2014 - 12:43

Løgtingsformaðurin hevur framvegis ikki avgjørt, um Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, skal fáa pengarnar, hann hevur biðið løgtingið um fyri arbeiðið, hann gjørdi ta stuttu tíð, hann var kanningarstjóri fyri løgtingið.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at samskifti er við Annfinn V. Hansen um málið. 

Løgtingsformaðurin sigur, at hann hevur ikki biðið nakran óheftan stovn meta um gegnið hjá Annfinni V. Hansen.

Og sum skilst verður tað heldur ikki gjørt. 

Ivi um gegnið

Annfinn V. Hansen, advokatur, var kanningarstjóri fyri løgtingið í slakar tveir mánaðir, frá 19.november í fjør til 10.januar í ár. 

Hann gavst eftir ein fund við løgtingsformannin, tí ivi var sáddur um gegnið hjá Annfinni V. Hansen.

Millum annað var hann sum formaður í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum líka við at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um fígging til Eysturoyartunnilin.

Og sum kanningarstjóri skuldi Annfinn V. Hansen kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum, har sum júst CIP átti stóran lut.

Danska íløgufelagið skuldi bæði gera og eiga Eysturoyartunnilin. 

Løgtingið fekk rokning

Fyri hálvum øðrum mánaða síðani fekk løgtingið rokning frá Annfinni V. Hansen. Rokningin er ikki avgreidd enn.

Advokat-etisku reglurnar siga, at ein ógegnigur advokatur hevur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá málinum, tí advokatar hava skyldu til at boða frá alt fyri eitt, um teir eru gegnigir at fáast við eitt mál, teimum stendur í boði.

Ivast ikki sjálvur

Annfinn V. Hansen hevur tó alla tíðina tvíhildið um, at hann metti seg vera gegnigan at vera kanningarstjóri.

Løgtingsformaðurin er í einari tvístøðu. Avger hann at rinda rokningina, sigur hann samstundis, at Annfinn V. Hansen var gegnigur at vera kanningarstjóri.

Eingin fæst at siga, hvussu stór, rokningin er, sum løgtingið hevur fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791