- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kláraðu ikki at lensa tíggjumannafar
Kláraðu ikki at lensa tíggjumannafar
Brimil tók Urðardrang upp á dekkið
Mynd: Vørn
01.09.2014 - 07:56
Stutt eftir døgurða í gjár kom Brimil á Vestmanna við tíggjumannafarinum Urðardrangi.
Urðardrangur fór fyrrapartin at leka norður úr Barðinum á Vágoynni. Tveir mans vóru við Urðardrangi. Teir kláraðu ikki at halda lens og bóðu tí um hjálp.
Hvidbjørnen og Brimil, sum báðir vóru á leiðini, vóru skjótir hjá Urðardrangi, upplýsir Vørn.
Pumpa bleiv sett um borð á Urðardrang, og hann fekst lens aftur. Síðani tók Brimil bátin inn á dekkið og fór við honum á Vestmanna, haðani báturin er.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV