- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinagrind funnin út fyri Ljósá
Froskmaðurin fann beinagrindina 100 metrar úr landi á umleið 20 metra dýpi. Tað váttar Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.
Froskmaðurin valdi at taka skøltin upp við, og boðaði síðani løgregluni frá. Hann hevur síðani saman við froskmonnum hjá Tórshavnar Sløkkiliði roynt at koma aftur á sama stað; men hetta er munandi torførari í sjónum enn á landi.
Leitingin í gjár steðgaði, tí líkindini vóru so vánalig. Fyrrapartin í dag varð leitingin tikin uppaftur.
Kann vera Piddi
Enn er ikki staðfest, hvør tað er, sum er funnin. Men sambært Jón Klein Olsen er skølturin í slíkum standi, at beinagrindin helst hevur ligið í sjónum í lutfalsliga fá ár.
Tí arbeiðir løgreglan í løtuni út frá ástøðinum um, at tað kann vera beinagrindin eftir Dánjali Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, ið nú er funnin.