- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tormóður søkir starvið aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tormodur2.jpg?itok=M0_J85z4)
Tormóður Stóra, leiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, hevur gjørt av at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni á deplinum, nú tað er lýst leyst av nýggjum.
Fyrr í ár varð søkt eftir leiðara til Psykiatriska depilin, men bert Tormóður Stórá søkti starvið, og tí gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum av at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Tormóður Stóra fekk boð um, at hann kundi lata sína umsókn liggja, men hann valdi at taka hana aftur.
Nógvar áheitanir
Hann sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir um at søkja starvið, tí hevur hann gjørt av at royna aftur.
Tórmóður Stórá hevur verið leiðari í Psykiatriska deplinum í meira enn átta ár. Hann er áramálssettur, og starvstíð hansara endaði 1.juni. Hann játtaði tó at halda fram til 1.september.
Freistin at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er úti mánadagin 1. september.