- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelur: Trolarar áttu at fingið meiri burturúr
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/2382be0f656b2388b99d16e6c35ba1dc.png?itok=jIU6ogKx)
Áðrenn trolararnir sluppu at fiska makrel tann 21. juli, varð ein roynd gjørd í felagnum Trolskip at semjast um, hvussu makrelurin skuldi fiskast.
Men tvey av feløgunum, sum eiga trolarar, vildu ikki hoyra talan um annað enn at sleppa at fiska. Tað hevði við sær, at nógv fleiri trolarar enn neyðugt fiskaðu makrel, og makrelurin varð fiskaður, tá minst fekk fyri hann.
Liðug leygardagin
Felagskvotan hjá trolarunum var 22.500 tons, sum var liðug leygardagin. 38 trolarar áttu lut í kvotuni. Tað gevur hvørjum trolara 600 tons, men samstundis stóð í kunngerðini, at einki skip mátti fiska meir enn 2.250 tons, tað eru næstan fýra ferðir meir.
Tá so eingin semja fekst um fiskiskapin, løgdu nógvir trolarar frá landi, fyri at fáa sín part av veiðuni.
Trý av pørunum hjá Faroe Origin fóru á makrelveiðu, og tey samstarvaðu við Rankan, sum Varðin eigur, og sum trolaði saman við Suðringi. Trý av pørunum landaðu til uppsjóvarskipini Høgaklett, Tummas T. og Fagraberg, meðan eitt par landaði til Saksaberg.
Tann skipanin gekst væl, sigur David Jacobsen, sum hevur ábyrgdina av skipunum hjá Faroe Origin.
Uppsjóvarskipini hava fleiri tangar, og við at lata eitt hál í hvønn tangan, bar til at fylgja við í, hvussu nógv skipini fiskaðu.
Flakavirkið stilt í ein mánað
Men fekst ein avtala um at skipa fiskiskapin eftir makreli, so hevði ikki verið neyðugt at latið øll skipini farið á makrelveiði. Tá kundu onkur av skipunum roynt eftir upsa og øðrum fiskasløgum, so virkið í Runavík fekk nóg mikið av rávøru. Og skipini kundu bíðað við at fiska, til mest fekst fyri makrelin.
Úrslitið av makrelfiskiskapinum er, at virkið hevur ligið stilt í ein mánað, og arbeiðið byrjar ikki aftur fyrr enn mánadagin, tá fyrstu trolararnir koma inn at landa.
Haraftrat hevði ikki verið neyðugt at keypt útgerð til makrelfiskiskap til øll skipini.
Sum heild nøgdur
Limirnir í felagnum Trolskip áttu at samst um, hvussu fiskiskapurin eftir makreli skuldi skipast, og eisini um, hvussu nógv hvørt skipið kundi fiskað. Tað hevði verið betri fyri allar partar, sigur David Jacobsen. Sum heild er hann kortini nøgdur við fiskiskapin eftir makreli. Eingin last fór sum ídnaðarfiskur, og tað er eitt stórt framstig samanborið við í fjør og undanfain ár.
So hvørt sum góðskan á fiskinum batnaði, hækkaði prísurin eisini. At byrja við lá hann um 4 kr. fyri kg, men seinastu fiskarnir vórðu seldir fyri 5 kr. fyri kg, sigur David Jacobsen.