Nógvar føroyskar fyritøkur á oljustevnu

Nógvar føroyskar fyritøkur á oljustevnu
Tilsamans 1250 básar eru á ONS í Stavanger, sum læt upp í gjár
Borgarstjórar eru eisini á oljustevnuni í Stavanger. Fa vinstru Dennis Holm í Vági, Heðin Mortensen í Havn og Magnus Rasmussen í Runavík
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
26.08.2014 - 09:25

Stóra oljustevnan í Stavanger, Offshore Northern Seas, vanliga nevnd ONS, læt upp í gjár, og Føroyar eru væl umboðaðar á stevnuni.

Føroyar hava ein landabás, sum er samskipaður av Oljuvinnufelagnum, og eisini er eitt føroyskt tjald á festivaløkinum. 

Fyritøkurnar á básinum eru millum annað Atlantic Supply Base, Pam Offshore (MEST), Thor Offshore, Skansi Offshore, Kemilux, Atlantic Airways, Faroe Ship og havnirnar í Runavík, Havn, Vági og á Tvøroyri. Harafturat eru umboð fyri Jarðfeingi og Oljuvinnufelagnum við á stevnuni. 

Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna standa fyri føroyska tjaldinum á festivaløkinum. Har fer Hotel Føroya at borðreiða við mati, og føroyskir tónleikarar fara at framføra. Sluppin Westward Ho liggur eisini við bryggju undir stevnuni, og í dag verður skipað fyri móttøku umborð.

Umleið 1.250 básar eru á stevnuni, og vanliga vitja eini 60.000 fólk. Oljustevnan endar hósdagin 28. august.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190