- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúka 470 mió. kr. meiri til íløgur enn ætlað
Bakkafrost fer at brúka 470 mió. kr. meira til íløgur enn upprunaliga ætlað hetta til 2017.
Íløguætlanin fyri árini 2014-2017 fer úr 900 milliónum upp í eina milliard og 370 milliónir. Tað kunngjørdi Bakkafrost í morgun.
Íløgurnar verða fíggjaðar yvir raksturin, við verandi lánsfígging og við nýggjari fígging, um tað er skilabest fyri felagið. Íløguætlanin verður endurmett hvørt ár, og hendir okkurt óvæntað, kann Bakkafrost útseta íløgur.
Bakkafrost boðar í morgun frá tveimum broytingum í íløguætlan felagsins.
Nýggja kryvji- og virðisøkingarvirkið á Glyvrum verður framskundað og gjørt betri, so kappingarførið hjá Bakkafrosti verður 20 milliónir krónur betri um árið.