- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thor byggir veitingarskip fyri 600 milliónir
Tey fýra nýggju seismikk-veitingarskipini, sum reiðaríið Thor hevur bílagt, fara at kosta 600 milliónir krónur tilsamans. Skipini eru fíggjað við útlendskum lánum og láni úr BankNordik.
Skipini verða smíðað á skipasmiðjuni Besiktas í Turkalandi. Fyrsta skipið, Thor Magni, fór av bakkastokki fyrst í august, og Thor væntar at kunna seta hetta skipið í vinnu í november. Annað skipið verður væntandi liðugt beint eftir árskiftið, tað triðja í mars og tað fjórða í mai næsta ár.
Hjálparskip hjá amerikanarum
Skipini fara at sigla sum hjálparskip hjá norska seismikkfelagnum Petrolium Geo Services. PGS er eitt altjóða seismikkfkelag, sum ger kannar kolvetni í undirgrundini. Skipini hjá Thor fara eitt nú at sigla við olju og útgerð, og tey verða trygdar- og hjálparskip, tá seismiskarkanningar vera gjørdar.
Thor gjørdi ein langtíðarsáttmála við PGS í 2012, áðrenn skipini vóru bíløgd, og Hans Andrias Joensen, stjóri, sigur, at enn er nóg mikið av arbeiði til øll fýra skipini. Tey fara at arbeiða um allan knøttin.
Skipini verða øll eins: 64,4 metrar long og 14,5 metrar breið, og tey hava alla nútímans útgerð.
Møguleikar fyri fleiri skipum
Thor hevur havt ymisk arbeiði í Føroyum, meðan Statoil hevur leitað eftir olju á føroyska landgrunninum.
- Tað hevur ongan týdning, at Statoil nú gevst at bora undir Føroyum, tí vit arbeiða um allan knøttin, sigur Hans Andrias Joensen.
Thor hevur møguleika at bíleggja fýra skip aftrat frá turkisku skipasmiðjuni, men í løtuni er ikki greitt, um Thor fer at byggja fleiri seismikk-veitingarskip.