- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni toskur og meiri av hýsu
Eitt sindur minni av toski, nakað meira av hýsu, og ein fjórðing meira av upsa.
Tað eru fyribilsúrslitini av fyrru yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni í ár.
12 prosent meira av toski eru í ár, men tó var nógv av smáfiski uppií. Átta prosent meira vóru av hýsu og 24 prosent meira av upsa, men nógvur seiður var ímillum.
Nógvur smáur svartkjaftur
Minni var at fáa av makreli, men meira av sild. Og sera nógv var av smáum svartkjafti næstan alla staðni, Magnus Heinason trolaði á landgrunninum. Magakanningarnar vístu, at nógv er til av smáari nebbasild.
Hesa ferð kannaði Havstovan eisini magar í makreli og sild. Tey høvdu etið reyðæti útiá, og yngul, hvítingsbróður og nebbasild, nær við land.
Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni er at fáa tilfar at brúka, tá toskur, hýsa og upsi skulu stovnsmetast.