- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskifrøðingar: Níggju milliónir tons av makreli
Fiskifrøðingar: Níggju milliónir tons av makreli
Fiskifrøðingar úr Føroyum, Noregi, Íslandi og Grønlandi hava gjørt niðurstøðu
21.08.2014 - 14:20
Knappliga níggju milliónir tons av makreli eru í landnyrðings partinum av Atlantshavinum.
Tað er niðurstøðan eftir árligu kanningarnar hjá fiskifrøðingum úr Føroyum, Noreg, Íslandi og Grønlandi.
Teir hittust í Havn at viðgera úrslitini í síðstu viku.
Makrelur var á somu leiðum sum í fjør og nøgdin á leið tann sama, stovnurin er mettur at vera 8,8 milliónir tons.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV