- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður ráðførir seg um landgrunsmálið
Grundgevingarnar fyri kravinum hjá danska ríkinum um landgrunn norðan fyri Grønland eiga ikki at ganga í móti føroyskum áhugamálum í kravinum um landgrunn sunnan fyri Føroyar.
Seinni í ár fær Landgrunsnevndin hjá ST fráboðan um kravið um landgrunn norðan fyri Føroyar.
Og klokkan tvey í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um kravið.
Landsstýrið vil tryggja sær, at grundgevingarnar fyri kravinum norðan fyri Grønland ikki ganga í móti føroyskum áhugamálum í kravinum um landgrunn sunnan fyri Føroyar. Írland, Bretland, Ísland og Føroyar siga seg øll hava ræðisrættin á Rockall og háslættanum kring Rockall.
Londini eiga formliga at lata ST síni krøv í seinasta lagi í ár.