- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knívur funnin - kann vera morðvápnið
<p>Knívurin, ið varð funnin í húsunum í Hvalba, kann vera brúktur í drápsmálinum. Fyrst mugu fleiri tekniskar kanningar gerast, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni.</p>
<p>- Um hetta er knívurin, ið varð brúktur, kunnu vit ikki siga nakað um enn. Tað mugu tekniskar kanningar vísa, og tað tekur drúgva tíð, sigur Jón Klein Olsen við útvarpið.</p>
<p>Knívurin, ið løgreglan nú fer at kanna nærri, varð funnin í húsinum í Hvalba, har 36 ára gamli Hjalmar Holm varð funnin myrdur leygardagin í seinastu viku.</p>
<p>Ein 23 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í Føroya rætti sunnudagin varðhaldsfongslaður til 5. september, skuldsettur fyri at hava dripið 36 ára gamla mannin.</p>