Sjey milliónir afturat til serviðgerð uttanlands

Sjey milliónir afturat til serviðgerð uttanlands
Miðakostnaðurin fyri serviðgerðina er munandi størri, og sjúklingaferðirnar hava eisini verið fleiri í ár
Nógvir føroyingar fáa serviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn
 
13.08.2014 - 14:03

Játtanin til serviðgerð uttanlands í ár heldur ikki, og í dag hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lagt uppskot fyri tingið um sjey milliónir kr. í eykajáttan.

Heilsumálaráðið sigur, at miðalkostnaðurin fyri serviðgerðina í fjør vísti seg at vera munandi størri enn væntað, og í ár hava verið fleiri sjúklingaferðir enn roknað varð við.

At serliga nógvar rokningar fyri í fjør - 30 milliónir kr. av tilsamans 103 milliónum - komu frá Region Hovedstaden eftir ársenda, tí roknskapurin varð umlagdur, hevur gjørt tað enn truplari enn vanligt at meta um støðuna, sigur Heilsumálaráðið. 

Uppskotið um eykajáttan til serviðgerð uttanlands kemur til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881