Sambýli í Sandavági letur aftur

Sambýli í Sandavági letur aftur
Fobbaklettur er fongdur við soppi. Hús í Sørvági eru leigað at hýsa búfólkunum
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at afturlatna sambýlið í Sandavági fer tó ikki at gera, at færri sambýlispláss vera í Vágum
 
13.08.2014 - 09:58

Soppur hevur enn eina ferð gjørt, at tað almenna noyðist at gevast við at brúka ein bygning.

Hesa ferð stóð sambýlið Fobbaklettur í Sandavági fyri skotum. Soppur er staðfestur í húsunum. Og Landsverk metir, at húsini ikki kunnu umvælast. 

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um sambýlispláss í Vágum.

Almannaverkið hevur leigað eini hús í Sørvági at hýsa teimum, sum búðu á Fobbakletti. 

Eitt fólk býr enn á Fobbakletti, men flytur í næstum í sambýlið í Sørvági. 

Annika Olsen sigur, at afturlatna sambýlið í Sandavági fer tó ikki at gera, at færri sambýlispláss vera í Vágum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881