Fiskidagarnir verða óbroyttir næsta ár

Fiskidagarnir verða óbroyttir næsta ár
Uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 10 ímóti
Uppskotið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um óbroyttar fiskidagar er samtykt í tinginum

13.08.2014 - 13:50

Fiskidagarnir næsta fiskiár verða teir somu sum í ár.

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, við 17 atkvøðum fyri og 10 ímóti.

Meirilutin í vinnunevndini tók undir við uppskotinum.

Eitt uppskot frá minnlutanum í vinnunevndini um at skerja fiskidagarnar fimm prosent fall. 11 atkvøður vóru fyri og 17 ímóti.

Málið um fiskidagarnar skal hava viðgerð afturat. Hon verður á tingfundinum fyrrapartin fríggjadagin.

Nýggja fiskiárið byrjar 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881