- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskidagarnir til aðru viðgerð
Í dag hevur løgtingið aðru viðgerð av uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal fiskidagatalið vera tað sama sum í hesum fiskiárinum.
Fiskifrøðingar mæla annars til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar, sum sambært fiskifrøðingunum eru sera illa fyri.
Ikki treytaleyst álit
Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann hevur ikki altíð álit á arbeiðinum, sum Havstovan ger og teimum tilráðingum, sum Havstovan letur landsstýrismanninum.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur sagt, at tað kann vera vandamikið, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum treytaleyst umboðar vinnuna og sær burtur frá tilmælum frá serfrøðini, tá fiskidagar skulu lutast út.
Meirilutin í Vinnunevndini, teir tríggir fólkafloksmenninir og sambandsmaðurin, mæla løgtinginum til at taka undur við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum er við í meirilutanum í Vinnunevndini, men hann hevur sínar egnu viðmerkingar í álitinum hjá nevndini.
Miðflokkurin hevur ikki umboð í vinnunevndini.
Minnilutin mælir til skerjing
Minnilutin í nevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hevur gjørt sítt tilmæli saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í nevndini. Tey mæla til at skerja fiskidagarnar fimm prosent næsta ár.
Minnilutin mælir til at taka fimm prosent av fiskidøgunum hjá øllum uttan útróðrarbátunum.
Onnur viðgerð byrjaði klokkan 10, og ætlanin er at avgreiða málið fríggjadagin.