90 bíða eftir vardum bústaði

90 bíða eftir vardum bústaði
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Sambandsflokkin
Bíðilistin broytist, so hvørt sum útboðið veksur, og tíðindi berast um nýggja bygging, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna
 
13.08.2014 - 11:31

Fyri tveimum vikum síðani bíðaðu 90 fólk eftir at fáa vardan bústað í Føroyum, teirra millum vóru níggju yngri enn 18 ár. 

Talið broytist alla tíðina, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu. Bíðilistin broytist, so hvørt sum útboðið veksur, og tíðindi berast um nýggja bygging. 

Til dømis fekk Almannaverkið fleiri umsóknir, tá tíðindini bórust um, at sambýlið Eystan Heyg í Havn var um at verða liðugt, og tá tað frættist, at sambýli skulu byggjast í Runavík og í Klaksvík.

Bú- og viðgeraðarstaður

Í svarinum stendur eisini, at Almannaverkið kann geva ungum við serligum tørvi uppihald á bú- og viðgerðarstaði.

Slíkt tilboð er í Børkugøtu í Havn, har níggju ungfólk búgva. Fólk flyta inn, so hvørt sum pláss eru tøk. Eingin er á bíðilista í løtuni til bú- og viðgerðartilboð av hesum slagi í Føroyum.

Men Almannaverkið hevur ikki tað, sum verður nevnt útslúsingartilboð, til ung við serligum tørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881