- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava nýtt umboðsráð at viðgera fiskidagar
Eitt nýtt umboðsráð fyri Havstovuna mannað við fólki frá stovnum og vinnuni eigur at viðgera fiskivinnuna, millum annað fiskidagarnar.
Tað siga teir báðir stóru samgonguflokkarnir í álitinum um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskidagarnar næsta fiskiár.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at tvídrátturin millum vinnuna øðrumegin og Havstovuna og ICES hinumegin um tilráðingina um fiskidagar og stovnsrøktina ger tað sera trupult hjá politikarunum at taka støðu.
Spurningurin er eisini, um tað ikki darvar Havstovuna, at hon skal gera tilráðingar um fiskidagar, og um tað ikki hevur neiligt árin á Havstovuna sum tann vísindaligi stovnurin, hon er og skal vera.
Vit halda tí, siga teir fýra tingmenninir, at landsstýrimaðurin eigur at skipa fyri einum greiningararbeiði í fiskidagaskipanini, sum kann umfata eitt umboðsráð fyri Havstovuna við umboðum frá stovnum og vinnuni.
Umboðsráðið skal viðgera fiskidagarnar, royndarætlanir, umsitingarætlanir, endurreisingarætlanir, royndarfiskiskap á stongdum leiðum og so framvegis.
Endamálið við tí er at fáa eitt greinað tilmæli um, hvussu fiskiskapurin undir Føroyum best kann skipast.
Samstundis biðja samgongumenninir landsstýrismannin síggja til, at ætlaða uppskotið um fiskivinnulóg kemur í løgtingið í hesari tingsetuni.