Hálvt ár og eingin niðurstøða um vanlukku

Hálvt ár og eingin niðurstøða um vanlukku
Garnaskipið Anita misti ein mann 11.februar. Sjóvinnustýrið ikki liðugt við málið
Anita fór til Spania síðst í juni
 
12.08.2014 - 07:25

Í gjár var hálvt ár liðið, síðani garnaskipið Anita misti ein mann sunnan fyri Føroyar. 

Maðurin gjørdist fastur í einum trossa og fór fyri borð, tá teir settu gørnini.

Enn er ikki greitt, um vanlukkan fær nakrar avleiðingarnar fyri reiðaríið og skiparan á Anitu.

Sjófrágreiðingar hava verið. Fimm menn, sum vóru við Anitu, vórðu avhoyrdir í Sjórættinum. 

Sjóvinnustýrið hevur onga niðurstøðu gjørt enn. Tí veit Sjóvinnustýrið heldur ikki, um tað heldur, at fútin eigur at fara í rættin við málinum.

Talan kann til dømis vera um brot á mynstringarlógina ella lógina um trygd á sjónum.

Nakrar ferðir í tinginum 

Alt málið um Anitu, ikki bara vanlukkan týskvøldið 11.februar, hevur eisini verið í løgtinginum nakrar ferðir, tí landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl hava fingið fyrispurningar um tað. 

Millum annað er komið fram, at løgmaður skal avgera, um Anita skal missa veiðiloyvið.

Anita hevur tó framvegis veiðiloyvi og fiskiloyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroyskum landleiðunum, ið hvussu so er til 31.august, tá hetta fiskiárið endar.

Ein av nógvum spurningum, sum hava verið uppi og vent í Anitumálinum, eru útlendskir fiskimenn við føroyskum skipum.

Eitt av lógaruppskotunum, sum Vinnumálaráðið ætlar at leggja fram í hesari tingsetuni, er um at broyta útlendingalógina, so kravt verður av øðrum útlendingum enn norðurlendingum, sum eru við føroyskum fiskiskipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, at teir hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Ákæra um seks brot

Ákæruvaldið hevur tó sent Føroya rætti ákærurit um Anitu. Men tað er um ólógligan fiskiskap.

Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum.

Talan er um seks brot á kunngerðina. 

Vørn meldaði Anitu, eftir at gørnini hjá skipinum vórðu drigin beint fyri páskir. 

Hetta málið er ikki viðgjørt í rættinum enn.  

Vørn tók loyvið at fiska frá Anitu í ein mánað. Anita fekk fiskiloyvið aftur 19.mai.

Og 28.juni fór Anita av Runavík til Spania at rigga til at fara aftur til fiskiskap. Men sambært heimasíðuni Marinetraffic.com liggur Anita framvegis í spanska býnum Santa Uxia Ribeira, hagar skipið kom 4.juli.    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981