- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar skulu heldur ikki eta danska rullupylsu
Í Føroyum og Danmark verður nú mælt øllum frá at eta rullupylsu frá donsku fyritøkuni Jørn A. Rullepølser.
Í Danmark er illgruni um, at 12 fólk eru deyð og átta onnur eru smittað av bakteriuni listeria. Danska matvørustýrið hevur staðfest, at bakteriian er í viðskeranum hjá Jørn A.
Framleiðslan hjá fyritøkuni er steðgað, og allar vørurnar eru afturkallaðar.
Tann 26. juni vóru ábendingar um, at eitt bakteriuútbrot við listeria var á veg. Matvørustýrið hevur nú staðfest, at bakterian er í vørunum hjá Jørn A.
Vandamikil fyri sjúk og veik
Bakterian er serliga vandamikil fyri tey, sum eru sjúk og veik frammanundan. Statens Serum Institut sigur, at tey 12, sum eru deyð, vóru illa sjúk. Tí ber ikki til at siga við vissu, um tey eru deyð av sjálvari bakteriiuni, men hon hevur eftir øllum at døma stytt um lívið hjá teimum.
Listeria er ein vanlig umhvørvisbakteria, sum er millum annað í mold, sjógvi og gori frá djórum. Bakterian elvir oftast til sjúkueyðkenni sum fepur, høvuðpínu, diarré og spýggju.
Mæla fyribils frá
Í Føroyum er Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki komin við nakrari almennari fráboðan. Kim Bergkvist, eftirlitsmaður, sigur kortini við útvarpið, at tey mæla fyribils eisini føroyingum frá at eta viðskera frá danska Jørn A. Rullepølser.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur samband við danska matvørustýrið, og kemur eftir ætlan við einari meira útgreinaðari fráboðan í kvøld ella í morgin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at listeria-bakterian er í framleiðsluni hjá Jørn A. Rullepølser. Bæði í 1999 og í mai í ár varð fyritøkan biðin um at afturkallað sínar vørur, tí kjøtið varð dálkað.
Enn veit danska Matvørustýrið ikki, hvørjir handlar keypa rullupylsu frá Jørn A. Rullepølser.