Føroyar koma til búgvið borð í Russlandi

Føroyar koma til búgvið borð í Russlandi
Norðmenn siga, at Ísland, Grønland og Føroyar fáa nú marknaðin, sum Noreg hevur bygt upp í Russlandi síðani 1990
 
12.08.2014 - 16:03

Ísland, Grønland og Føroyar koma til búgvið borð í Russlandi, nú russar hava sett Noregi innflutningsbann.

Tað heldur stjórin á norska Lofoten Viking, Arne Mathisen.

Hann sigur við Dagens Næringsliv, at tað verða Ísland, Grønland og Føroyar, sum fara at lata russum fisk næsta árið.

- Tey fáa ein kanónmarknað, sum vit hava bygt upp síðan 1990. Verður handilsbannið drúgt, verður trupult hjá okkum at sleppa inn aftur á russiska marknaðin. Henda støðan er álvarsom fyri okkum, sigur hann.

Troyta aðrar marknaðir

Arne Mathisen ásannar, at fáa Ísland og Føroyar tann norska partin í Russlandi, fer Noreg at troyta marknaðirnar hjá íslendingum og føroyingum aðrastaðni.

- Men har er prísurin ikki tann sami, kanska millum 20 og 30 prosent lægri. Vit ætla at selja fiskin til Nigeria, men vit fáa ikki tað sama fyri hann, sigur hann.

Russiska handilsbannið merkist hjá Lofoten Viking. 40 prosent av útflutninginum hjá teimum er farin til Russlands. Stjórin hevur nú steðgað framleiðsluni, og 40 starvsfólk eru send til hús.

Noreg útflutti sild og lodnu fyri umleið eina milliard norskar krónur í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749