- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjørt spyr um ætlanina at einskilja landsjørðina
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, nær hann fer at leggja fram uppskot um at einskilja privatu landsjørðina.
Hon hevur sett landsstýrismanninum í búnaðarmálum ein grein 52 spurning um málið.
Jacob Vestergaard hevur sett ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um at einskilja almennu jørðina. Bjørt Samuelsen sigur, at nógv tann størsti parturin av vinnuliga landbúnaðinum er knýttur at almennu jørðini. Privata jørðin er so smábýtt, at avmarkað grundarlag er undir vinnuligum rakstri, og festijørðin er eisini smábýtt, tí væl oman fyri hálvt fjórða hundrað festi eru.
Vaksandi skuld
Hjá nógvum bøndrum eru nærum ógjørligt at fáa raksturin at bera seg, og hjá mongum er vaksandi skuld, heldur enn vaksandi avlop.
Bjørt Samuelsen spyr Jacob Vestergaard, um einskiljingin fer at gera fíggjarligu avbjóðingarnar hjá vinnuni størri. Hon vil eisini hava at vita, um Búnaðagrunnurin skal veita fígging til at keypa jørð, og um landsstýrismaðurin ætla at seta treytir og krøv um landbúnaðarframleiðsluni á jørðini, sum verður seld.