Álitið um fiskidagarnar kemur seinnapartin

Álitið um fiskidagarnar kemur seinnapartin
Samgongan í Vinnunevndini tekur undir við uppskotinum um óbroyttar fiskidagar
Alfred Olsen er formaður í Vinnunevndini
 
11.08.2014 - 10:25

Meirilutin í Vinnunevndini, teir tríggir fólkafloksmenninir og sambandsmaðurin, mælir løgtinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár.

Vinnunevndin fór á fund klokkan tólv at viðgera og undirskriva álitið um fiskidagarnar.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at nevndarlimirnir hjá samgonguni eru samdir um at mæla tinginum til at taka undir við, at fiskidagtalið næsta ár verður tað sama sum í verandi fiskiári.

Ætlanin er at leggja álitið fram á tingfundinum klokkan tvey í dag. 

Onnur viðgerð verður mikudagin og triðja viðgerð fríggjadagin.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881